Barnsburðarfarloyvi til pápar Til arbeiðsgevarar hjá landinum Eftir dóm í Føroya rætti skal verða sagt frá, hvussu okkara sáttmálar hereftir verða at skilja. Við dóminum er ásett, at eftir 14. vikuna eftir føðing er ikki longur loyvt at geva mammum betri sømdir enn pápum. Undan hesum dómi var tað loyvt í allari barsilstíðini. Teksturin í dóminum er: “Den “beskyttelsesperiode”, der antages at gælde for kvinder efter fødsel, ophørte således efter de første 14 uger, hvorefter moderen og faderen måtte anses for at være i en sammanlignelig situation, hvor ligebehandlingsprincippet var gældende”. Mamman kann sum higartil eftir sáttmálanum fáa farloyvi við løn í 24 vikur. Tað nýggja er, at eftir 14 vikur eftir føðing kunnu foreldrini býta eftirverandi vikurnar ímillum sín. Tað merkir eitt nú, at fer kvinnan í farloyvi 4 vikur undan føðing, og 14 vikur eftir føðing, tá eru 6 vikur eftir, sum foreldrini kunnu býta sínámillum. Viðvíkjandi ættleiðing verður tað soleiðis, at foreldrini hava rætt til farloyvi við løn í tilsamans 24 vikur, at býta sínámillum, treytað av, at ættleiðingarmyndugleikarnir hava tikið ta avgerð, at foreldrini, annað ella bæði, skulu vera heima í sambandi við, at tey fáa barnið. Snorri Fjallsbak, stjóri 25. juni 2010 |