| Fyri tænastuferðir til Danmarkar er dagpeningurin kr. 360,- um dagin og kr. 200,- á heimferðardegi. Harumframt verður goldið fyri innivist á hotelli eftir rokning, tó í mesta lagi kr. 805,- fyri hvørja nátt. Tó verður í høvuðsstaðarumráðnum goldið í mesta lagi kr. 970 fyri hvørja nátt. Skjalprógvar starvsfólk ikki útreiðslur til hotell, fær tað náttarviðbót kr. 250,- fyri hvørja nátt. Fyri tænastuferðir aðrastaðni enn í danska ríkinum, verða hesar upphæddir nýttar. Galdandi frá 1. januar 2010. Peningurin á heimferðardegnum verður uppgjørdur í prosentum eftir satsunum til Danmarkar (kr. 200 av kr. 360 svarar til uml. 56%). | | Dagpeningur danskar kr. | | Hotell–lokalt gjaldoyra | | Dagpeningur danskar kr. | | Hotell–lokalt gjaldoyra | | Belgia | 455 | EUR | 172 | Kanada | 455 | CAD | 205 + tax | | Bretland | 455 | GBP | 145 | Luksemburg | 455 | EUR | 160 | | Eysturríki | 455 | EUR | 160 | Noreg | 455 | NOK | 1.235 | | Finnland | 455 | EUR | 120 | Portugal | 455 | EUR | 155 | | Frakland | 455 | EUR | 170 | Spania | 455 | EUR | 210 | | Grikkaland | 455 | EUR | 120 | Sveis | 455 | CHF | 230 | | Háland | 455 | EUR | 150 | Svøríki | 455 | SEK | 1.425 | | Írland | 455 | EUR | 170 | Týskland | 455 | EUR | 115 | | Ísland | 455 | ISK | 15.500 | USA (New York og Washington D.C.) | 455 | USD | 355 + tax | | Italia | 455 | EUR | 180 | USA (Annars) | 455 | USD | 260 + tax | Fyri innivist á hotelli verður goldið eftir rokning, tó í mesta lagi upphæddin, ið stendur omanfyri. Eru útreiðslurnar fyri hotell ikki skjalprógvaðar, er náttarviðbótin 1/3 av hotell-upphæddini. Verður farið í onnur lond, enn tey, sum standa omanfyri, verða upphæddirnar hjá Uttanríkisráðnum nýttar. Hesar fáast frá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Av dagpeningi skal kostarhald verða rindað. Útreiðslur av ferðapeningi við skipi, flogfari, bussi o.t. verða endurgoldnar eftir rokning. Altíð tá ið tað ber til, skal almenna ferðasambandi verða nýtt. Útreiðslur fyri telefon verða endurgoldnar, eru telefonsamrøðurnar tænastuligar. Eru skjøl ikki løgd við, verður ikki endurgoldið. Verður fari á skeið ella tílíkt, har allar máltíðirnar eru roknaður upp í skeiðgjaldið (ella innbjóðing), verður bara goldið ¼ av dagpeninginum. Eru ikki allar máltíðirnar roknaðar upp í skeiðgjaldið, verður drigið frá dagpeninginum soleiðis: fyri morgunmat 15%, fyri døgurða 30% og fyri nátturða 30%. Býr starvsfólk í Danmark skulu 15% ikki dragast frá dagpeningi fyri morgunmat. Er gisting roknað upp í skeiðgjaldið, verður ikki goldin náttarviðbót ella endurgjald fyri hotell. Full viðbót verður veitt upp í 28 dagar. Fyri longri tíð verður gjørd avtala millum arbeiðsgevara og starvsfólk um viðbót í hvørjum einstøkum føri. Hendan viðbót skal góðkennast av Fíggjarmálráðnum. Í teiginum til viðmerkingar á uppgerðini skal verða greitt frá: · Hvørjar dagar fundir verða hildnir. · Nær skeiðið byrjar, og nær tað endar. · Ella á annan hátt greiða frá døgunum, ið ferðin varar. Ferðatrygging: Stovnsleiðslan hevur ábyrgd av, at starvsfólk eru tryggjaði, tá tey fara á tænastuferð. Víst verður til "Rundskriv um tryggingarviðurskifti landsins", ið Fíggjarmálaráðið sendi út í desember 2002. Frídagar í samband við tænastuferð: Tá starvsfólk knýta nakrar frídagar afturat tænastuferðini, ber til at víðka sáttmálan, soleiðis at starvsfólkið eisini er tryggjað teir frídagarnar. Starvsfólkið rindar sjálvt tryggingargjaldið, ið verður drigið frá í ferðauppgerðini fyri hvønn dag. Stovnurin má halda skil á hesum døgum til árligu uppgerðina. Gjørt verður vart við, at tænastuferðatryggingin ikki veitir sama fulnað, sum ferðatryggingarnar til vanligar frítíðarferðir. Bonusstig: Tænastustaðurin eigur bonusstig og annan avsláttur, ið vunnin verður í samband við tænastuferðir, og má hesin einans nýtast í samband við tænastuferðir. Hvør einstakur stovnur eigur at tryggja, at vunnin bonusstig og annar líknandi avsláttur verður brúktur á tílíkan hátt, at samlaðu ferðaútreiðslurnar hjá stovninum minka. Tað eru mangar ymiskar bonusskipanir til; tann mest vanliga á okkara leiðum er SAS-Eurobonus. Ein háttur at skráseta t.d. Euro-bonusstig á stovni er: Keyparin á stovninum bíleggur kort til hvørt av teimum starvsfólkum, ið væntandi fara at ferðast, ella biður viðkomandi um at fáa sær hetta. Starvsfólkini skulu síðan fylla út seðilin og senda hann til SAS – Eurobonus. Tann ferðandi hevur skyldu til at boða innkeyparanum á stovninum frá, hvussu mong stigini eru, tá tey eru komin inn á kontu, tó eigur at verða havt í huga, at nakað av tíð kann ganga millum sjálva tænastuferðina og inngjaldið av bonusstigum á konto. Tann ferðandi hevur fría atgongd til egna konto á alnótini. Ein annar møguleiki er, at nýta adressuna hjá tænastustaðnum til kortið, soleiðis at kontoavrit frá SAS–Eurobonus verða send tænastustaðnum. Keyparin rindar fyri tænastuferðina og skrásetur síðan bonusstigini, eftir tey eru komin inn á kontu hjá korthaldara/starvsfólki. Tá mongdin av bonusstigum er nóg stór at gjalda ein ferðaseðil ella annað t.d. hotelluppihald við, verður tann ferðandi biðin um at gjalda við bonusstigum, ið vunnin eru á tænastuferðum. Ferðagjøld verða rindað av korthavara, og síðan endurrindað av tænastustaðnum. Treytirnar fyri bonusferðir eru tær somu fyri Apex-ferðaseðlar, men tað eru færri pláss sett av til bonusferðaseðlar. Ferðaseðilin skal bíleggjast eina viku undan fráferð, og kann ikki broytast. Oyðublað til ferðauppgerð EK 8.4, trýst her |